Menu Close

Athanasianska Trúarjáttanin / Faroese Athanasian Creed

       

Hin athanasianska trúarjáttanin er eisini ein uppgerð við arianismuna. Játtanin útgreinar gjølla læruna um tríeindini og inkarnatiónina (at Guð gjørdist menniskja).

1. Hvør tann, sum vil verða frelstur, má fram um alt hava ta almennu trúnna.

2. Hvør tann, sum ikki varðveitir hana reina og rætta, verður uttan iva ævinliga glataður.

3. Hetta er almenna trúgvin, at vit æra ein Gud í tríeindini og tríeindina í einum.

4. Og hvørki blanda saman persónarnar ella býta sundur guddómin.

5. Tí at ein er persónur Faðirsins, ein annar Sonarins, aftur ein annar Heilaga Andans.

6. Men Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans guddómur er ein, dýrd teirra líka stór, og hátign teirra  líka ævig.

7. So sum Faðirin er, soleiðis er Sonurin, soleiðis er eisini Heilagi Andin.

8. Faðirin er óskapaður, Sonurin er óskapaður, Heilagi Andin er óskapaður.

9. Faðirin er ómetaligur, Sonurin er ómetaligur, Heilagi Andin er ómetaligur.

10. Faðirin er ævigur, Sonurin er ævigur, Heilagi Andin er ævigur.

11. Og tó eru ikki tríggir ævigir, men ein ævigur,

12. eins og tað ikki eru tríggir óskapaðir, heldur ikki tríggir ómetaligir, men ein óskapaður og ein ómetaligur.

13. Á sama hátt er Faðirin alvaldur, Sonurin alvaldur, Heilagi Andin alvaldur,

14. og tó eru ikki tríggir alvaldir, men ein alvaldur.

15. Soleiðis er Faðirin Gud, Sonurin Gud, Heilagi Andin Gud,

16. og tó eru ikki tríggir gudar, men ein Gud.

17. Soleiðis er Faðirin Harri, Sonurin Harri, Heilagi Andin Harri,

18. og tó eru ikki tríggir harrar, men ein Harri.

19. Tí sum hin kristni sannleikin noyðir okkum at játta hvønn persón sær sum Gud og Harra, somuleiðis noktar almenna trúgvin okkum at nevna tríggjar gudar ella tríggjar harrar.

20. Faðirin er ikki gjørdur av nøkrum, heldur ikki skapaður, heldur ikki borin.

21. Sonurin er av Faðirinum eina, ikki gjørdur, ikki skapaður, men borin.

22. Heilagi Andin er av Faðirinum og Soninum, ikki gjørdur, heldur ikki skapaður, heldur ikki borin, men gingin út frá teimum.

23. Tí er ein Faðir, ikki tríggir fedrar, ein Sonur, ikki tríggir synir, ein Heilagum Andi, ikki tríggir heilagir andar.

24. Og í hesi tríeindini er einki fyrr ella seinni, einki størri ella minni,

25. men allir tríggir persónarnir eru sínámillum líka ævigir og javnlíkir, so at, sum áður sagt, tríeindin í øllum má verða ærað í eindini, og eindin í tríeindini.

26. Tann, sum tí vil verða frelstur, má hugsa soleiðis um tríeindina.

27. Men til æviga sælu er eisini neyðugt, at ein fult og fast trýr, at vár Harra Jesus Kristus gjørdist menniskja.

28. Hetta er tí tann rætta trúgvin, at vit trúgva og játta, at vár Harra Jesus Kristus, Sonur Guds, er bæði Gud og somuleiðis menniskja.

29. Hann er Gud, føddur av veru Faðirsins fyri allar øldir, og menniskja, føddur í tíðini av veru móður sínar,

30. fullkomin Gud, fullkomin menniskja, við skynsamari sál og menniskjuligur holdi.

31. Faðirinum líkur í guddómi, sum menniskja minni enn Faðirin.

32. Men hóast hann er Gud og menniskja, er hann tó ikki tveir, men ein Kristus,

33. ein, ikki við umbroyting av gudsnatúrini til hold, men við tað at Gud tók á seg mannanatúr,

34. ein í síni heild, ikki við samanblandingi natúranna, men við persóneinleika.

35. Tí sum hin skynsama sálin og holdið eru ein menniskja, soleiðis er Gud og menniskja ein Kristus,

36. sum leið fyri frelsu vára, fór niður til heljar, reis upp frá deyðum triðja dagin,

37. fór upp til himmals, situr við høgru hond Guds Faðirs, hins alvalda, haðani hann skal koma at døma livandi og deyð.

38. Tá ið hann kemur aftur, skulu øll menniskju rísa upp likamliga og leggja fram roknskap fyri gerningar sínar.

39. Og tey, ið hava gjørt gott, skulu ganga inn til ævigt lív; men tey, ið hava gjørt ilt, til æviga eldin.

40. Hetta er almenna trúgvin. Tann, ið ikki fult og fast trýr henni, kann ikki verða frelstur.

Show Buttons
Hide Buttons